Um middagsleitið í gjár kom Brimil á Fuglafjørð við alibátinum Skarðsvík. Alibáturin fór at leka fríggjadagin, eftir at hann hevði borið við bryggjuna á Lambavík.
Skálafjarðar Sløkkilið vóru skjótir á staðnum við eini pumpu, so báturin kundi haldast lens. Eisini var ein kavari niðri og tetti lekan eitt sindur. Brimil og Lív vóru stutt eftir á staðnum eisini.
- Brimil og alibáturin hava ligið á Lambavík síðani fríggjadagin, manning frá Brimli tettu lekan so mikið, at báturin kundi sleipast. Síðani varð bíðað eftir líkindum, so báturin kundi sleipast til Fuglafjarðar.
Í gjár kom so Brimil til Fuglafjarðar við bátinum. Skarðsvík skal umvælast hjá KJ- hydraulik. KJ hevur eisini bygt bátin, og hann varð latin Bakkafrosti fyrst í árinum.
Tað veit Fiskiveiðieftirlitið at siga.