Brimil sleipaði Polarstjørnuna á Klaksvík

Sleip

Seinasta fríggjamorgun klokkan 06 kom vaktarskipið, Brimil, á Klaksvík við línuskipinum, Polarstjørnuni.
Polarstjørnan var stødd í ein landnyrðing úr Fugloynni, tá ið teir hóskvøldið í síðstu viku noyddust at biðja um sleip, tí koplingin sveik.
Klokkan 21.45 hóskvøldið stevndi Brimil á leiðina, har Polarstjørnan var, og stívliga 8 tímar seinni vóru skipini bæði á Klaksvík.
Sum skilst, hevði Polarstjørnan verið rættiliga stutt á fiskileið, tá ið teir noyddust at bróta túrin av.