Sleip
Síðstu nátt tók vaktarskipið Brimil djúpvatnstrolaran Grím Kamban (TN 320) upp á sleip og sleipaði skipið á Fuglafjørð, hagar teir komu um middagsleitið í dag.
Grímur Kamban og Kalsevni, sum partrola, vóru til fiskiskap, tá Grímur Kamban fekk trupulleikar við gearinum.
Skipið er upprunaliga smíðað á Akureyri í Íslandi í 1987.
Tá Grímur Kamban var heimahoyrandi í Íslandi, kallaðist skipið Nøkkvi.