Leygardagin fór Vesturleiki av Miðvági, men fimtan minuttir seinni ringdi skiparin til MRCC, tí skipið hevði fingið maskinskaða og motorurin riggaði ikki sum hann skuldi. Vakthavandi á MRCC sigur, at Vesturleiki tá var komin beint við trælanípuna.
MRCC ringdi tá eftir Brimli, sum fór á staðið. Tveir tímar eftir kom Brimil fram á skipið og sleipaði Vesturleika inn á Sørvág.