Ein nevnd mannað við seks fólkum skal nú royna seg í ósemjuni millum Fíggjarmálastýrið og manningina á Brimli. Karsten Hansen, landsstýrismaður, legði týsdagin uppskot fyri løgtingið um at seta eina seks-mannað nevnd at finna eina semju millum partarnar.
Fíggjarmálastýrið skal velja tríggjar av limunum í nevndina, og Skipara- og navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið velja tríggjar nevndarlimir.
Nevndin skal loysa ósemjuna innan 1. mai í ár, og inntil tá verður Brimil bólkaður eins og Tjaldrið. Tað vil siga, at limirnir í feløgunum skulu fara til arbeiðis umborð á Brimli beinanvegin, tá uppskotið er samtykt, og lønarviðurskiftini verða so skipað eins og umborð á Tjaldrinum.
Kemur nevndin til ta niðurstøðu, at manningin á Brimli skal hava onnur lønarviðurskifti enn manningin á Tjaldrinum, so skal lønin skipast samsvarandi avgerðini hjá nevndini við afturvirkandi kraft.
Tekur ósemja seg upp um ymisk viðurskifti í nevndini, so skal nevndin útneva ein ástøðumann, sum tekur endaligu avgerðina. Kunnu limirnir ikki semjast um, hvør skal vera ástøðumaður, so skal sorinskrivarin velja ástøðumannin.
Hevur skund
Tað hevur skund at finna eina loysn á ósemjuni, og ikki minni skund hevur tað at faá nýggja vaktarskipið í tænastu. Fiskimálastýrið sigur í einum skrivi til Fíggjarmálastýrið, at tað er avgerandi, at tænastan fæst at virka nú.
- Øll eftirlitstænastan og sjóbjargingin stendur uppá spæl, nú vártíðin nærkast, og aktiviteturin er vaksandi, samstundis sum nógv útlendsk skip eru byrjað at fiska í føroyskum sjógvi aftur, skrivar Fiskimálastýrið millum annað í skrivinum.
Fíggjarmálastýrið sær ongan annan útveg, enn at løgtingið nú leggur uppí málið. Allar samráðingarroyndir higartil eru miseydnaðar, og tí er neyðugt at løgtingið setur eina nevnd at loysa trætuna.
Starvsmannafelagið hevur mótmælt, at tað verður drigið uppí ósemjuna. Felagið er misnøgt við at skula velja umboð í nevndina, tí felagið hevur ikki noktað sínum limum at arbeiða umborð á nýggja vaktarskipinum.
Men Fíggjarmálastýrið heldur tað vera rættast, at lønarásetingar fyri manningina verða viðgjørdar í eini heild, og tí er Starvsmannafelagið eisini umfatað av uppskotinum.
Løgtingið fer helst at viðgera uppskotið frá Karsten Hansen á tingfundinum í dag ella í morgin.










