Boð vóru í dag eftir Brimil at hjálpa einum glastrevjabáti, ið var steðgaður upp seks fjórðingar norðanfyri Kallin. Tað upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.
Tað var stutt áðrenn klokkan 15 í dag, at vakthavandi á støðini fekk boð um, at ein bátur var steðgaður upp norðanfyri Føroyar. Boð blivu send eftir Brimli, ið longu var í økinum, at hjálpa bátinum.
- Teir lógu longu norðanfyri, tí so nógvir smábátar royna á Norðhavinum hesa árstíðina. Tað vísti seg eisini, at hann einans var ein hálvan tíma vestanfyri uppsteðgaða bátin, greiðir vakthavandi frá.
Avgjørt var at sleipa bátin heim aftur til Leirvíkar og vóru teir í Leirvík um sjey tíðina í kvøld.