Brimil kom Sardis til hjálpar

Leygardagin fekk Sardis um skrúvuna, tá trolarin var til fiskiskap á Fugloyarbanka.

Leygardagin vórðu boð send eftir Brimil, tí trolarin Sardis hevði fingið trupulleika, tá hann og Topas vóru til fiskiskap á Fugloyarbanka. Tað skrivar Vørn á teirra heimasíðu.


Trolarin hevði fingið eitthvørt um skrúvuna, og hevði tørv á hjálp fyri at fáa tað av aftur.


Um 14 var Brimil á staðnum, og setti fast. Brimil sleipaði Sardis móti Svínoyarvík, har kavarar frá Brimli fóru á sjógv og skóru av skrúvuni.


Tá alt var skorið av skrúvuni, fór Sardis aftur til fiskiskap, skrivar Vørn.