Brimil kom Fiskivarða til hjálpar

Boð vóru í gjár eftir vaktarskipinum Brimil, tá línubáturin Fiskivarði fekk ein enda um skrúvuna og hevði tørv á hjálp. Tað skrivar Vørn á heimasíðu síni.


Tað var um 8 tíðina í gjáramorgun, at Fiskivarði boðaði frá, at teir høvdu fingið ein enda um skrúvuna og ynsktu sleip


Vaktarskipið var hjá Fiskivarða um hálvgum tvey tíðina í gjár, og fýra tímar seinni, um hálvgum seks tíðina, komu bæði skipini á Tvøroyri, har kavarar hjá Brimli skóru av skrúvuni, áðrenn línubáturin fór aftur til fiskiskap, skrivar Vørn.


Fiskivarði er gamli Norðleivur og er skipið heimahoyrandi í Vestmanna.