Brimil gjørt botnkanningar

Brimil fór fríggjakvøldið út at gera botnkanningar fyri Biofar. Botnkanningarnar skulu gerast í samband við, at royndarboringar verða eftir olju fyrst í komandi ári.

Kanningar vóru gjørdar eystan fyri, har borast skal, og tá iðliðugt er at bora, skulu aftur botnkanningar gerast.

Tað gekk rættuliga væl at taka botnroyndinar, skipið vísti seg at vera sera væl egnað til slíkar uppgávur.

Aftrat manningini á Brimli vóru sjey fólk frá Biofar við, haraftrat var eisini eitt umboð fyri Statoil.

Kanningarnar vóru lidnar leygarkvøldið, og sunnumorgunin var Brimil inni aftur.