At Sjómansskúlin noyddist at senda næmingarnar til Danmarkar at sigla í heyst kostaði meira, enn kravið um lønarhækkan til yvirmenninar á Brimli kostar í eitt heilt ár.
Føroya Sjómansskúli noyddist at biða Fíggjarnevndina um eina eykajáttan upp á 471.000,- krónur fyri at næmingarnir skuldu fá kravdu siglingina í samband við undirvísingina, sigur Dánjal Johan Poulsen, stjóri á Føroya Sjómansskúla.
Hetta komst av, at Sjómansskúlin hevði roknað við, at næmingarnir skuldu við Brimli. Men hann liggur svínabundin í Noreg, og tí varð neyðugt at leiga skip, sum lá í Esbjerg, og senda allar næmingarnar til Danmarkar.
Um semja hevði verið fingin millum fakfeløgini og Fíggjarmálastýrið, hevði hesin trupulleikin ikki verið, og tann hálva milliónin hevði verið spard.
Brimil er útgjørdur við skúlastovu við øllum tí, sum til slíka undirvísing hoyrir, júst fyri at sjómansskúlanæmingarnir skulu kunna brúka skipið í undirvísingini. Har er øll nautisk útgerð, sum krevst og finst, og tað kostar heldur ikki einki.
Dánjal Johan Poulsen ásannar, at tað var ein strika í rokningini hjá skúlanum bæði so og so, at Brimil ikki kom. Ikki bara hendan eykajátanin, men eisini tað, at siglingin fall nógv seinni enn ætlað og tí kom í so nær próvtøkuni. Hann leggur tó dent á, at seinkingin ikki hevur ávirkað próvtøkuna kortini.
Dýrari enn yvirmenninir
Men við tí er ikki øll søgan søgd.
Grundin til, at Brimil liggur, er jú tann, at Fíggjarmálastýrið og fakfeløgini, sum vara av manningini á skipinum, ikki kunnu semjast um lønarkrøvini.
Feløgini hava sett síni krøv, sum myndugleikarnir vísa aftur við teirri grundgeving, at tey kosta ov nógv. Samstundis verður latin eykajáttan til sjómansskúlanæmingar, sum koma í neyð av júst hesi fastlæstu støðuni, sum er í minsta lagið 26.000,- krónur hægri, enn krøvini um lønarhækkan til yvirmenninar eru í eitt heilt ár. Og tá verður roknað við endaløn til allar navigatørarnar. Bæði skipara og stýrimenn. Hetta tí, at ikki bar til, áðrenn blaðið fór til prentingar, at fáa nágreiniligu innplaseringarnar hjá yvirmonnunum.
Sambært upplýsingum frá Fíggjarmálastýrinum, krevja navigatørar og maskinmenn eina lønarhækkan, sum á endaløn við pensión fer at kosta 445.000,- krónur árliga. Tað eru 26.000,- krónur minni enn Sjómansskúlin fekk í eykajáttan.
Í hesi upphæd er, sum sagt ikki tikin hædd fyri persónligum innplaseringum hjá teimum einstøku yvirmonnunum, men bert roknað við hægstu endaløn. Tað vil siga, at munurin ivaleyst er størri.
Hinvegin skal so eisini sigast, at eisini dekkararnir hava sett síni lønarkrøv, sum ikki hevur borið til at fingið upplýst enn. Til tess eru tær samráðingarnar komnar ov stutt, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sum umboðar dekkarar og kokkar.
Skomm
Bæði Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, og Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, siga, at føroyskir myndugleikar hava gjørt sær so vanæriliga fyri skommum uttanlands av hesum málinum.
Men tað, sum teir eru eina mest argir um, er at landsstýrismaðurin arbeiðir við einihvørjari ætlan um at loysa alt málið við at gera alla manningina til tænastumenn.
Tað minnir ein heilan hóp um tann skýmaskotspolitikk, landsstýrismaðurin við fíggjarmálum rak beint eftir seinasta starvsmannaverkfallið, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum.
Og hann er púra samdur við Ellinti Abrahamsen, tá hesin sigur, at tað skal koma at standa rættiliga nógv á, áðrenn tað verður loysnin, bara at smoyggja eitt tænastumannheiti yvir manningarnar.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at alt hetta málið vísir bara, hvussu lítið skil fyrisitingin hevur fyri tí, hesir menninir gera. Tað eru sanniliga ikki stuttleikatúrar, eitt bjargingarskip ger. Hann vísir í hesum sambandi á tað, sum júst hendi í Norðsjónum, har danskt bjargingarskip misti ein mann, tá teir í ódnarveðri bjargaðu eini týskari skipsmanning.
Og hann fer at halla til ta áskoðan, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum, sum ein maður, hann tosaði við um dagarnar, hevði.
Hesin maðurin segði bart út, at Føroyar - bæði politiskt og fyrisitingarliga - verða stýrdar av einum flokki av glaðum amatørum.
Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar.









