Klokkan 4 í nátt ringdi skiparin frá trolaranum Vesturleiki til MRCC fyri at biðja um sleip. Trolarin hevur fingið maskinskaða og er steðgaður upp eystan fyri - einar 70 fjórðingar frá Fugloynni.
Brimil er á veg út nú og burdi verið á staðnum hvørja løtu, sigur vakthavandi hjá MRCC.
Veðrið er gott, so tað fer allarhelst at ganga væl at sleipa, og um alt gongur, sum tað skal, rokna tey á MRCC við, at trolarin er inni aftur um einar sjey tímar - altso einaferð seinnapartin.
Tað er ikki so óvanligt, at bátar fáa maskinskaða mitt í fiskiskapi, og tá talan er um størri trolarar sum Vesturleiki, so plaga Brimil ella Tjaldrið at sleipa teir inn.











