Brimil er fýra skip í einum

Brimil, sum verður handaður landsstýrinum í dag, er vaktarskip, bjargingarskip, umhvørvisskip og skúlaskip

 

Áki Bertholsen

Ullstein, Sosialurin: Vaktarskipið Brimil verður handað landsstýrinum í dag, men um skipið kemur at sigla beinanvegin er heilt óvist. Enn er ikki semja fingin millum landsstýrið og maskinmeistarafelagið og uttan maskinmenn, sleppir Brimil ikki úr Noregi.

Men skipið verður handað eigarunum, tað vil siga landsstýrinum, í dag. Tað verður kona fiskimálaráðharran Annelena Niclasen, sum kemur at geva skipinum navn. Og navnið er ikki nøkur loyna longur.

Bæði Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fiskivinnumálum og Kristin Rasmussen, sum hevur verið í projektbólkinum, sum hevur fyrireikað skipið eru samdir um, at hetta er eitt gott skip.

Kristin Rasmussen sigur, at tað hevur verið ein trupul uppgáva at fyrireika hetta skipið, tí tað hevur so fjølbroyttar uppgávur at røkja.

-Í veruleikanum hava vit fingið fýra skip í einum. Brimil er bæði vaktarskip, bjargingarskip, umhvørvisskip og skúlaskip hjá sjómannsskúlanæmingum, sigur Kristin Rasmussen.

Brimil er 63,3 metrar langur og 12,6 metrar breiður. Hvussu skjótt skipið siglir er ein hemmiligheit, men vit hava fingið uppspurt at 17 míl gongur Brimil í hvussu er.

Brimil kostar 95 milliónir og er bygdur á Myklebust skipasmiðjuni í Ullstein beint uttanfyri Aalesund.

Umboð fyri fjølmiðlarnar, myndugleikarnar og onnur sum hava havt við byggingina at gera eru við til hátíðarhaldið í Noregi. Í dag fer skipið sýningartúr fyri gestunum.