Brimið flutti stórar bingjur

Neystahurðar fóru í Syðrugøtu, og stórar bingjur í Norðragøtu vórðu fluttar einar 15 metrar.

Tað var nógvur uppgangur í Syðrugøtu og Norðragøtu sunnukvøldið og mánanáttina.

 

Í Syðrugøtu fóru fleiri neystahurðar, og onkur bátur flotnaði, og í grótbrotinum í Norðragøtu vórðu tríggjar 20 fót stórar bingjur fluttar einar 15 metrar niðan móti berginum.

 

- Ringast var um midnáttarleitið. Tá fóru brotini niðan um øll neystini og niðan um húsini hjá Kjartani Gregersen í Syðrugøtu. Húsini hjá Kjartani standa oman fyri neystini.

 

Tað sigur Esmar Mikkelsen, sum er granni hjá Kjartani, men húsini hjá Esmari standa væl hægri.

 

- Tað var ógvuliga ringt, sum var, men tað hevði verið nógv verri, um brimgarðurin í Syðrugøtu ikki varð gjørdur av nýggjum fyri nøkrum árum síðan.

 

Brimgarðurin í Syðrugøtu fór illa í tiltiknu kyndilsmessuódnini, ið gjørdi feigdina um seg eitt nú í Skálavík og í Hvalba.

 

- Hevði brimgarðurin ikki verið bygdur av nýggjum, hevði illa verið vorðið við neystunum í Syðrugøtu í uppganginum um midnáttarleitið sunnukvøldið.

 

Esmar Mikkelsen sigur, at uppi á vegnum niðan fyri Estra í Syðrugøtu lógu eisini klettar, sum viga eini 40 kilo ella so.

 

Myndina av bingjunum í grótbrotinum í Norðragøtu hevur Esmar Mikkelsen í Syðrugøtu tikið.