Brimið tók part av vegnum

Týsdagin í síðstu viku var so nógv brim av landssynningi í Kettuvík við Leirvík, at brímið tók ein part av vegnum har Ein partur av arbeiðsvegnum millum Norðoyatunnilin og Kráartanga er máaður burtur í briminum í síðstu viku, og so mikið av gróti kom á vegin, at tað er ikki koyrandi.

Hegnið, sum skuldi forða fyri, at seyður slapp heim í bygdina, fór eisini í briminum.

Leirvíkar kommuna skrivar á heimasíðu síni, at tað nógva brimið var á tí teininum, sum landsvegurin til Norðoyatunnilin skal vera sambært lógini. Veðrið týsdagin var ikki nakað av týdningi, og tí hevði fáur væntað, at brimið kundi gera slíkan skaða hendan dagin. Hetta er bert ein staðfesting av, at tað kann verða vandamikið at ferðast á hesum teininum ein tílíkan dag, skrivar kommunan.