Ógvusliga brimið 31. januar gjørdi so nógv um seg, at stórur partur av fleygasessunum suðuri á Urð í Nólsoy eru burtur Tað kemur alt meiri undan kavi, hvussu nógv ódnarveðrið herfyri hevur gjørt um seg.
Nú frættist, at stórur partur av fleygasessunum suðuri á Urð í Nólsoy eru skolaðir burtur.
- Eg gjørdist púra ovfarin, tá eg var suðuri á Urð herfyri, sigur René Hansen, sum er røktingarmaður í Heimaruhelvt, ið eisini umfatar Urðina.
Hann greiðir frá, at allir teir bestu fleygasessirnir eru púra burtur, og kunnu ikki laðast uppaftur. Báðir sessirnir í Hvíturðini, sum eru sunnastu sessirnir, er heilt burtur, og René metir ikki, at teir kunnu fáast til fleygasessir aftur.
- Bakkin er heilt skolaður burtur, og har kemur eingin nýggjur fleygasessur heldur, sigur René Hansen.
Sama skilið er við tveimum øðrum sessum, Jákupssessi og Getalágni. Sostatt er talan um, at fimm av teimum tólv fleygasessunum á Urðini eru burtur, og gerast ikki aftur.
- Hartil er partur av niðaru Túgvu burtur, so har fleygast ikki longur á lágætt, og Grátið kann ikki brúkast sum er, men kann nokk fáast til fleygasess aftur kortini, metir René Hansen.
Sostatt hevur ódnin, sum var 31. januar, avmarkað lundafleygið í Nólsoy í ólukkumát.
- Eg eri bangin fyri, at hetta er endin á lundafleygi her úti, sigur ein dapurtskygdur René Hansen, sum samstundis er av allarbestu fleygamonnum.










