Hús og vegur hava fingið skaða av uppgangi í Nólsoy í morgun. Amboð o. a. sum stóð í eini garasju varð skolað langt heim í bygdina
- Tá vit komu á staðið um sjeytíðina í morgun breyt framvegis niðan til húsini, so vit máttu bara sum frægast negla fyri klædningin, sum eftir var. Vit vórðu skolaðir undir høvd, og ein maður varð tikin einar 50 metrar við briminum heim í bygdina, sigur Nicolaj Falck, sløkkiliðsleiðari í Nólsoy.
Hann greiðir frá, at eini sethús hava fingið skaða. Klædningur er rivin, og ein hurð í eina garasju skolað inn.
- Eg veit ikki, um tað er brimið ella vindur, sum hava rivið klædningin, ella kanska bæði. Men fleiri amboð, sum stóðu í garasjuni eru skolað langt heim í bygdina, greiðir Nicolaj Falck frá.
Umframt húsini, so er stórur skaði á vegin, sum at kalla er skolaður burtur. Eisini reiv klædningur á einum øðrum húsum, men har fingu teir neglt fyri, áðrenn skaðin gjørdist álvarsligur.
Nicolaj Falck greiðir frá, at nakrir bátar í bátahylinum eisini hava fingið smærri skaðar.
Síðani nýggi brimgarðurin varð gjørdu út frá Kirkjutanga er uppgangurin vorðin størri, tí sjógvurin sleppur ikki burturaftur, sigur Nicolaj Falck.
Aftur hesaferð tilfar skolað inn á fótbóltsvøllin, men Nicolaj Falck heldur ikki, at hann hevur fingið skaða.
- Har liggur eitt tunt lag yvir allan vøllin, sum vit mugu rudda burtur, sigur hann.
Hyggið eftir fleiri myndum á MYNDATEMA (Trýst her!)










