Tað er ikki bara tann nógvi vindurin, sum hevur gjørt um seg í Danmark teir seinastu dagarnar. Á oynni Anholt í Kattegat var so nógv brim, at umleið 150 metrar av høvuðsvegnum á oynni skolaðu út.
Tað gjørdi, at elleiðingar, vatnleiðingar og telefonleiðingar, sum lógu fram við vegnum, komu at liggja berar, og sambært fjølmiðlunum hevur ein partur av fólkinum á oynni einki vatn, tí vatnleiðingin er farin.
Leiðarin á bjargingarstøðini á Anholt, Bent Rasmussen, sigur við TV2, at brimið hevur máað millum tríggjar og fýra metrar burtur av fjøruni, og at næstu ferð stendur havnin fyri skotum. Nú vil hann hava politikararnar at verja fjøruna, áðrenn tað verður ov seint.