Tey plaga at siga, at tá man hevur fingið sína debut á Roskilde Festivalinum, ja so gongur tað bara ein veg - og tað er upp eftir.
Roskilde Festivalurin hevur verið ein lopfjøl fyri nógvar tónleikarar út í stóra heimin, og hetta er eisini nakað, sum festivalurin leggur seg eftir við pallunum "Rising and Countdown". Í dag kunngjørdi stóri danski festivalurin 19 nøvn, sum skulu spæla á hesum pallinum.
Harímillum var føroyska stjørnuskotið Brimheim. Hon gav fyri kortum út nýggju útgávuna “can’t hate myself into a different shape”, ið hevur fingið ótrúliga góð skoðsmál.
Tað hevur verið væntandi, at Brimheim innan leingi fór at blíva kunngjørd á Roskilde Festivalinum, tí hon hevur veruliga havt undanvind seinasta árið. Hon hevur spælt um alt Danmark, og er kunngjørd á fleiri festivalar, men hon hevur inntil í morgun havt Roskilde Festivalin til góðar. So nú verður enn meiri spennandi at fylgja við í yrkisleiðini hjá Brimheim, tí konsertin á Roskilde kann uttan iva blíva byrjanin til okkurt nógv størri.
Roskilde Festivalurin lýsir millum annað Brimheim soleiðis:
"Sometimes life changes, sometimes crises occur, and sometimes you have to look yourself deep in the eye.
This is what Danish-Faroese Brimheim – a stellar indie rock band led by Helena Heinesen Rebensdorff – does.
Expressing herself musically is her way of showing vulnerability."