Brim í Skopun

Tað hevur verið ógjørligt hjá Teistanum at røkt farleiðina millum Skopun og Gomlurætt í dag.

Brim er í Skopun, og á Strandfaraskipum Landsins vita tey ikki, nær - ella um - siglandi verður, sum dagurin gongur.

Portalurin hevur fingið eitt filmsklipp sum vísir, hvussu umstøðurnar í Skopun hava verið í dag, og haðani er viðhefta mynd.

Tað er kokkurin á Teistanum, Erling Arnarson, sum hevur tikið filmsklippið.

Seinni verður ivaleyst meiri at frætta um, hvussu verður við Teistanum út á dagin og í kvøld.

Á Strandfaraskipum Landsins siga tey, at Smyril fór av Krambatanga í dag klokkan 14 og siglir aftur úr Havn klokkan 18.30.