Fótbóltur
Í fjør varð fleiri ferðir sagt, at hevði B36 átt mannin, sum kundi toga seg nakað upp á máltindinum, hevði felagið eisini verið betur við í FM-dystinum enn tað sama.
Tað í sjálvum sær verður tó ikki meira enn hypotetiskt, men ítøkiliga fekk B36 í gjár at vita, at teir kanska hava fingið sær mannin, sum kann skjóta neyðugu málini til at avgera tøttu dystirnar.
Brima Koroma nýtti bert sjey minuttir um at gera vart við seg í Gundadali sunnudagin. Tá var AB-mávlerjin rættiliga óheppin við útspæli, og so gjørdi nýggi áleyparin skjótt av.
Tey bæði næstu dømini gav nýggi áleyparin beint undan og nakað eftir steðgin. Fyrru ferðina átti Róaldur Jakobsen tó sín stóra part av æruni, tá hann sera hegnisliga fann Koroma í høgra borði, áðrenn hesin sendi neyvt innlegg í høvdið á Sam Malson. Og so átti Koroma eisini avgerandi fótin, tá hann rann alla AB-verjuna av, áðrenn hann trillaði tvørtur um til ein púra blankan Jákup á Borg.
AB gav ikki upp
Hetta tryggaði trý stig til B36, men ávegis hesum prógvaði AB væl og virðiliga, at teir als ikki verða so lættir at syfta í ár.
Tær báðar fyrstu ferðirnar, sum B36 skoraði svaraði AB aftur alt fyri eitt. Og hóast teir á heimaliðnum iðraðu seg um, at armarnir ikki tóktust koma nóg skjótt niður eftir málini, so tekur tað einki sum helst frá AB, sum veruliga spældi sín møguleika.
Í fyrra hálvleiki var eisini nær við, at argjamenn kundu leggja seg á odda. Fleiri ferðir skaptu teir meira enn bara óróligar løtur í B36-brotsteiginum, og ta einu ferðina fekk Tróndur Vatnhamar akkurát jústað stútara upp um tvørtræið.
Ikki minst prógvaðu gestirinir, at teir kropsliga eru førir fyri at standa seg í bestu deildini. Teir vóru liðið, sum vann flestu nærdystirnar, og styrkin í luftspælinum var í fleiri førum eyðsýnd í bæði verju- og álopspartinum.
Sum dysturin leið, og AB royndi at flyta spælið longur niðan á vøllin, gav hetta tó eisini op hinvegin, og eitt nú bæði kundi og átti Jákup á Borg at sløkt dystin, tá hann slapp framvið AB-málverjanum men kortini varð tacklaður.
Meira enn tað sama gjørdist talan ikki um, men við trimum stigum fekk heimaliðið tað, sum farið varð eftir. Argjamenn byrjaðu hinvegin kappingarárið við ongum, men avrikið í fyrstu royndini gav væl og virðiliga lyfti um, at stig kunnu rulla á kontina hampuliga skjótt.









