Seinasta hálva árið ella so hava verndarbrillur verið til sølu í mest sum hvørjum handli í landinum.
Í Sunda kommunu nýtist borgarunum tó ikki at keypa hesar brillur, tí tey fáa hvør sítt par frá kommununi.
Kommunan skrivar á heimasíðu sínari, at tey hava bílagt verndarbrillur til allar borgarar í kommununi, og at hesar í næstum verða bornar til húskini í kommununi.