Brilluráð

Tá tú fært brillur, leggja fólk betri merki til títt andlit. Tað er tí ein fyrimunur, um tú finnur júst tær brillurnar, sum fremhevja tað vakra í tínum andliti. Men tað er ikki altíð so lætt at finna røttu brillurnar, tá tú stendur í brilluhandlinum og hevur 7000 pør at velja ímillum.
Her eru nøkur góð ráð

1: Eyguni
Eyguni skulu so vítt gjørligt vera mitt í breiddini á brillugløsunum.

Hevur tú tøtt eygu kunnu tey tykjast longri frá hvørjum øðrum, um tú nýtur einar brillur, sum er ljós inni við nøsina og myrk úti við stongina. Stongin sjálv kann eisini vera kraftig og sjónlig.

Eygu, sum sita langt frá hvørjum øðrum, síggja tættari út, um tú nýtir eitt breitt stell, sum er myrkt yvir nasaryggin.

2: Brýrnar
Yvirtromin á brillunum skal fylgja skapinum á eygnabrúnum, og tað er týdningarmikið, at brýrnar heilt ella partvís síggjast undan brillunum.

3: Kinnbeinini
Brillurnar skulu flukta við kinnbeinini, og tær skulu somuleiðis koma heilt út á kinnbeinini. Men tær skulu tó ikki liggja niður á kjálkarnar.

4: Nøsin
Ein stutt nøs kann tykjast longri, um stykkið, sum gongur um nasaryggin, bogar upp, meðan ein long nøs tykist styttri, um nasabrúgvin gongur beint tvørturum ella er fest so niðarliga, sum gjørligt.

------------------

Ovala andlitið hevur smala pannu, breiðari kinnbein og smøl kjálkabein. Stórt sæð allar brillur rigga til hetta andlitsskapið - men ansa eftir brillum við alt ov grafiskum sniði

Trýhyrnta andlitið hevur breiða pannu, breið kinnbein og smøl kjálkabein. Høkan kann tykjast spísk og andlitið er ofta lítið. Brillurnar skulu ikki vera ov breiðar, og rundar brillur rigga ofta væl til trýkantaða andlitið.

Fýrhyrntað andlitið er umleið eins breitt tvørturum pannuna, kinnbeinini og kjálkabeinini. Her riggar tað væl við breiðum brillum.

Dropaskapaða andlitið hevur smala pannu og breið kjálkabein. Hesum skapinum klæðir best at hava stórar og breiðar brillur, sum skapa fyllu í ovara partinum av andlitinum.

prei:
Ivast tú í hvat andlitsskap tú hevur, kanst tú tekna skapið á speglið við eini tussj ella eini varrastift.

----------

Prei:
* Eygnavippurnar skulu ikki taka í gløsini. Hevur tú langar vippur mást tú boyggja tær við einum vippuboyggjara, fyri at fáa tær at boga meiri uppeftir.

* Tað er stórt fokus á eygnabrýrnar, tá tú nýtir brillur. Tí er tað vakrast, um brýrnar eru vælrøktar og ikki vaksa vilt.

* Ert tú langsýnt/ur virka brillurnar sum ein sjóneyka. Húðin og eyguni innanundir síggjast tí sera væl, og tí er týdningarmikið at tú gert tær ómak, um tú smyrt tær, tá allir smáir feilir síggjast sera væl. Nýt dekkstift og fjal myrkar randir og onnur frábrigdi í húðini.

* Ert tú nærsýntur kunnu eyguni tykjast minni orskað av styrkini í brillunum. Nýt klárar, ljósar og strálandi litir til eygnaskuggarnar, so sýnast eyguni størri.

* Um tú nýtir kinnareytt - bíða so við at busta tað á, inntil tú hevur sett brillurnar á nøsina. Tað er ikki vakurt, sum kinnareyttið fer inn um brillurnar.

Minst til:
Brillurnar siga nógv um teg og tín stíl, og tí er tað eitt gott hugskot at hava fleiri ymisk pør av brillum, sum tú kanst skifta ímillum. Tú eigur jú eisini meiri enn ein frakka ella eitt par av skóm, ha?

Minst til:
At hugsa um hvørjir litir klæða tær. Hóast brilluskapið hóskar til tín, kann ein skeivur litur á stellinum oyðileggja alt. Hugsa um litin á húðini og bið sølufólk hjálpa tær at finna fram til rætta litin.