Brillant seldur

Ísfiskatrolarin Brillant er seldur til Leirvíkar

Ísfiskatrolarin Brillant er seldur úr Runavík til Leirvíkar.

P/F Snaraløkur hevur selt Polarstjørnuni í Leirvík trolaran. Reiðarin, Jónsvein Knudsen, vil ikki upplýsa søluprísin. Men hann sigur, at báðir partar eru nøgdir við prísin.

Jónsvein Knudsen sigur, at tað er ikki tí, at teir hava nakað nýtt á borðinum, at skipið verður selt beint nú. Talan er bara um vanliga forrætning, sigur hann og leggur aftrat, at hann skal siga frá aftur um eini tvey ár, hvørt hetta var klókt ella ikki.

Brillant er seldur við øllum loyvum, sigur hann. Men samstarvið við Smaragd, sum Brillant hevur partrolað við, heldur tó fram.

Tað vóru fimm mans við Brillant, og teir eru uppsagdir, nú skipið er selt. Nýggju eigararnir høvdu aðra manning til skipið, sigur Jónsvein Knudsen. Tó er meistarin tann sami, sigur hann.