Beint fyri dystarbyrjan kemur liðskiparin Pauli Jacobsen á stórskíggjan við greiðu boðunum: "Latið røddir tykkara runga!"
Og væl verður aktað.
Fanin, sum tað rungar.
Tað er ein sonisk uppliving í serflokki at fáa allan salin sum eitt ljóðhøgg undir vangan. Tjóðsangurin hevur neyvan ljóðað harðari enn júst í hesi høll. Ei heldur nakar føroyskur felagssangur áður. Midnáttarsangur, go home.
Og bríkslini! Tá áskoðararnir brigsla og bua mótstøðuna, má eg halda fyri góða oyrað. Hvøllu, hvøssu skríggini bora seg inn í ljóðhinnuna sum svartaklukkur í marrudreymum. Tá eri eg stoltur. Er hetta veruliga mítt land, sum ýlir so? Nær blivu føroyingar so ágrýtnir, svakir og fanansaktigir?
Mær dámar tað óluksáliga væl.
Generelt dámar mær tó ikki so væl, tá Føroyar vinna í ítrótti.
Gleðisrúsurin verður skjótt vamlisligur.
Ítróttur fær longu ovurstóra umrøðu í miðlunum, tá vit einki nytta. Men tá tað gongur væl? Tá vit vinna? Alt maskinaríið fer í sjálvsving.
Og her siti eg og tári og smílist um alt trýnið og klappi og fagni ungu gørpunum. Sogin inn í ørskapin. Eitraður við sálarligu farsóttini, ið sprettur úr harpiksfongda, syntetiska leðurbóltinum, sum føroysku listamenninir kasta sínámillum. Listamenn, tað eru teir. Eg meini so við: Flúgvarin hjá Vilhelmi Poulsen eftir meistarligu spælingina frá Eliasi á Skipagøtu. Køtturin Pauli Jacobsen, sum bjargar øðrum hvørjum skoti. Snillingurin Óli Mittún, sum skorar hvørt einasta skot. Hákun West av Teigum, sum sveimar fleiri metrar inn av vonginum og finnur gloppið millum liðirnar á málverjanum. Bara tað at vitna Elias á Skipagøtu við sínum yvirliti, ógjørligu avleveringum og leiðaraeginleikum á vøllinum er ein stórsjón í sjálvum sær. Í seinasta sekundi tekur hann dystin í egnar hendur og smekkar bóltin so syngjandi upp í trýkantin úr stórari fjarstøðu, beint tá endafloytið tútar í samljóði við føroysk fagnaðarróp.
37-24 til Føroyar.
Mín fyrsti veruligi, stóri hondbóltsdystur í lívinum er eitt listaverk, sum eg seint gloymi. Tað er næstan ov lætt. Mótstøðan er nógv størri og sterkari, men okkara eru snildari, kringari og bara nógv betri.
Hvat er tað, sum gongur fyri seg? Hvussu kunnu okkara dreingir so lættliga basa einum landi, sum er tíggju ferðir størri bæði í fólkamongd og berum vøddum?
– Hetta er eitt stutt brot úr greinini Bríksl, krím og spentar spengur í Oslo eftir Trygva Danielsen. Fulla greinin verður at lesa í komandi Sosialinum. Blaðið kemur út í handlarnar í kvøld og í morgin, fríggjadagin.
##med2##










