Skipið hjá Paul Watson, Brigitte Bardot, er sædd siglandi á veg suðureftir gjøgnum Kalsoyarfjørð. Hon var nú klokkan 15 sædd av Húsum, á veg suðureftir.
Og tað er eingin ivi, at talan er um Brigitte Bardot, siga fólk á staðnum.
Hvagar leiðin gongur er tó ilt at gita um, men tað er sostatt víst, at Sea Shepherd nú hevur eitt far í føroyskum sjógvi, og at tað í løtuni siglir millum oyggjarnar.
Dagføring kl. 16.10: Brigitte Bardot er nú eisini sædd siglandi í Nólsoyarfirði.
Dagføring kl. 16.31: Brigitte Bardot kom fyri lítlari løtu síðani inn um Molan í Havn. Tað sær út til, at hon er við at leggja at sokallaðu ískeiini í Havn. Tað sá somuleiðis út til, at onkur bátur fylgdi Brigitte Bardot inn til keiina.










