Tríkiljan hjá Sea Shepherd, Brigitte Bardot, sum kom til Føroya í farnu viku, hevur seinastu dagarnar ferðast kring oyggjar okkara.
Sosialurin skrivar, at eftir at Brigitte Bardot stevndi út frá Havnini mikudagin, hevur hon verið útfyri Skælingi og kava eftir grindarovum, sum eru koyrd burtur.
Hósdagin vitjaði tríkiljan á Sørvági og fríggjadagin lá Brigitte Bardot í Klaksvík.
Leygardagin vóru umhvørvisverndarfelagsskapsfólkini í Suðuroy, har tey fyrst vóru á Tvøroyri, ein túr á Lopransfjørdi og síðani á Vágsfirði út á seinnapartin.
Síðani stevndi skipið aftur til havs, men í nátt hevur Brigitte Bardot ligið við bryggju á Tvøroyri, skrivar Sosialurin í dag.