Brigitte Bardot kom til Føroya í farnu viku og lá fyrst á Havnini.
Síðani fór hon á ferð kring oyggjarnar og fyrst sást tríkiljan útfyri Skælingi, har manning kavaði á einum stað, har grindarov hava verið koyrd burtur. Og manningin kom eisini uppaftur og kundi vísa grindaskøltar. Og tað, sum felagsskapurin fekk burturúr hesum, segðist millum annað vera, at talan var um hópgrov.
Hósdagin vitjaði Brigitte Bardot á Sørvági, og fríggjadagin lá Brigitte Bardot í Klaksvík.
Um vikuskiftið hevur Brigitte Bardot vitjað sunnanfjrðs.
Vitjaði hvalastøð
Legardagin sást tríkiljan á Tvøroyri, og sást síðani koma inn eftir Vágsfirði seint seinnapartin, og fór fyrst á Lopransfjørð at venda. Nevnast kann, at í Lopra var í síni tíð hvalastøð.
Eftir lítlari løtu vendi Brigitte Bardot, fór um Núpin og inn á Vág. Komin inn um grótkastið tók hon ferðina av, fyri síðani at venda út aftur og stevna til havs. Í havsbrúnni sást alla tíðina eitt verjuskip, og er hetta ábending um, at myndugleikarnir fylgja við, hvar Brigitte Bardot ferðast, meðan hon her her á okkara leiðum.
Men Brigitte Bardot fór ikki so langt. Hon hevur ligið við bryggju á Tvøroyri í nátt, og tað sigst, at hon hevur ætlanir um at fara avstað aftur hagani í dag. Men hvar hon kann væntast á vitjan komandi dagarnar, sigur søgan onki um.










