Brigitte Bardot á veg á Havnina

Katamaranurin hjá Sea Shepherd, Brigitte Bardot, sum eitur eftir kenda franska sjónleikaranum, Brigitte Bardot, sum eisini sigst fíggja stóran part av virkseminum hjá Paul Watson og Sea Shepherd, er nú á veg á Havnina.

Sambært Marine Traffic, so er hann beint nú staddur eystur úr Froðba.

Eingin fráboðan er komin frá Sea Shepherd um, at tey skulu hava slíkan styrk. Men Brigitte Bardot var eisini í Føroyum í 2011. Tá legði hon upp í eina grind í Sundalagnum, sum kortini ikki var ein grind, men bátar á veg til regatta í Hósvík og Nólsoy. Tað tiltakið verður endurtikið leygardagin, so kanska síggja Sea Shepherd fólk við í stóra fylginum, sum fer av Eiði fríggjadagin.

Herferðin hjá Sea Shepherd hevur nú vart í 63 dagar av teimum 115, sum tey siga hon fer at vara, og enn hevur eingin grind lagt beinini.