Tríkiljan hjá Sea Shepherd, Brigitte Bardot, sást í morgun stevna inn á Havnarvág. Hon legði fyri løtu síðani at við ískaiina, har hon skal bunkra olju.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur annars fyrr í summar boðað frá, at bátarnir hjá Sea Shepherd eru óynsktir í Havnini, og Brigitte Bardot varð fyrr í summar burturvíst úr høvuðsstaðnum og mátti inn á Sund at leggja at.
Les eisini Brigitte Bardot send inn á sund
Av havnarskrivstovuni verður í morgun sagt, at hetta ikki er tekin um nakra hugburðsbroyting frá kommununar síðu, men at talan einans er um, at lata tvíkiljuni olju.
- Sleppur hon ikki at bunkra og gongur tóm fyri olju, so kemur hon í havsneyð, og tað kunnu vit ikki lata henda, siga tey á Tórshavnar Havn.
Brigitte Bardot skuldi upprunaliga bunkra í gjárkvøldið, men tá vísti tað seg, at ein slanga var ov stutt. Í morgun hava tey so fingið eina longri slangu, soleiðis at Brigitte Bardot fær olju.