Brigada Hús, sum verða bygt í modulum í Lettlandi og flutt heim til Føroya í bingjum, fáast í ymiskum sniðum og støddum. Fermeturin á lyklaklárum húsum liggur um 20.000 krónur.

Brigada Hús byggja nú hús nummar 22 

Fyri sløkum trimum árum síðan setti fyritøkan hjá Beiniri Nolsøe Olsen fyrstu sethúsini upp í Føroyum.

Brigada Hús, sum verða bygt í modulum í Lettlandi og flutt heim til Føroya í bingjum, fáast í ymiskum sniðum og støddum. Fermeturin á lyklaklárum húsum liggur um 20.000 krónur.

Hetta var í apríl mánaði í 2019. Nú smá trý ár seinni setir fyritøkan hús nummar 22 upp, og hetta eru samstundis fimtu húsini, sum Brigada Hús byggir á Kambsdali.

Brigada Hús hevur sett hús upp ymsastaðni kring landið.

 

- Tá vit settu fyrstu tvey húsini upp á Kambsdali, hevði eg keypt tvey grundstykki her. Men, hetta gjørdist ein stór avbjóðing og eingin succex. Tað tók sína tíð at selja húsini, og eg hugsaði ikki stórvegis um, at tað kundi gerast trupult at selja hús á Kambsdali.

 

Tað sigur Beinir Nolsøe Olsen.

 

Kambsdalur var tá ikki júst so attraktivur, sum Beinir Nolsøe Olsen hevði hildið. Sjálvur hevur hann búð á Kambsdali í meira enn 20 ár, og hann helt tað vera eitt sindur keðiligt, at bygdin ikki veksur skjótari.

- Ofta hoyrist um vind á Kambsdali, men tað er meira niðri á landsvegnum, at vindurin er. Her uppi í bygdini er eingin vindur at snakka um, og tað broytir eisini umhvørvi, tá hús verða bygd. 

 

Sjálvur heldur hann, at Kambsdalur er eitt fantastiskt stað hjá barnafamiljum.

 

Men, her rendi Beinir Nolsøe Olsen seg í tann trupulleika, at hann knappliga hevði gjørt stórar íløgur, sum ikki vóru eins lættar at selja, sum hann hevði væntað. Í dag ger hann tingini øðrvísi.

- Nú geri eg keypssáttmála við fólk, sum ætla sær eini hús frá okkum, og soleiðis byggja vit bara fyri viðskiftafólk, har avtalur eru komnar upp á pláss frammanundan.

Hann vísir á, at avtalur verða gjørdar um húsini, og tá viðskiftafólk halda seg til tað, sum er avtalað, halda prísirnir eisini.

 

- Ynskja fólk eitt nú ein dýrari køk, gólv, baðirúm - ella hvat tað nú kann vera í mun til tað, sum er avtalað - kemur tað, sum meirkostnaðurin er, sjálvsagt upp á prísin aftrat, sigur Beinir Nolsøe Olsen.

 

Brigada Hús kunnu bjóða lyklaklár hús, og fyritøkan kann eisini bjóða loysnir, har húsini bert eru innilokað. Húsini verða smíðað í modulum í Lettlandi og verða síðan flutt heim til Føroya í bingjum.

 

- Tað er møguligt at tillaga húsini, og fólk eru eisini vælkomin við tekningum sjálvi. Húsini verða bygd sambært ES-reglum um sethúsabygging, sum eisini eru galdandi í Danmark. Húsini lúka eisini nýggju føroysku byggireglurnar um sethúsabygging. 

 

Brigada Hús keypa úthurðar og vindeygu frá Grant við 12 ára garantii til viðskiftafólk, og takið verður eisini keypt í Føroyum. Beinir Nolsøe Olsen heldur tað hava stóran týdning, at veitarin av vindeygum og úthurðum er í umhvørvinum.

- Soleiðis verður ein fittur partur av veitingunum keypt í Føroyum, tó at modulini eru smíðað uttanlands, leggur hann aftrat.

 

Umframt tey 22 húsini, sum Brigada Hús longu hevur bygt og er í ferð við at byggja, hevur fyritøkan sáttmála um eini 10 onnur hús kring um í landinum. 

 

Beinir Nolsøe Olsen dylur ikki fyri, at tað eru lettlendingar, sum seta húsini hjá Brigada Hús upp í Føroyum, og talan er um 10 mans.

- Hetta eru fólk, bæði fakfólk og arbeiðsmenn, sum eg havi fingið heim at arbeiða. Allir hava arbeiðsloyvi í Føroyum. Teir eru fult skattskyldugir í Føroyum og rinda bæði kringvarpsgjald og heilsutrygdargjald, sigur eigarin av Brigada Hús.

 

 

 

Brigada Hús, sum verða bygt í modulum í Lettlandi og flutt heim til Føroya í bingjum, fáast í ymiskum sniðum og støddum. Fermeturin á lyklaklárum húsum liggur um 20.000 krónur.