Nú summarið er við at verða av, byrjar vetrarítrótturin aftur. Flestu bridgefeløgini í Føroyum byrja kappingarárið seinast í august ella fyrst í september.
Seinastu árini hevur bridgetúrur verið gjørdur við gomlu Norrønu, og nú nýggja Norrøna er komin, verður túrurin sjálvandi gjørdur aftur.
Túrurin verður í døgunum 5. september til 8. september, farið verður av Havnini fríggjamorgun kl 8.30 og komið verður aftur til Havnar mánamorgun kl 5.00.
Sum vanligt verða bridgekappingar fyriskipaðar hvønn dag, t.v.s. fríggjadag, leygardag og sunnudag. Meðan skipið liggur í Hanstholm verður farið ein túr niðan í sentrið.
Bridgetúrurin er sera væl umtóktur og ein góð byrjan upp á bridgeárið. Øll, ið hava hug at spæla bridge eru vælkomin at luttaka á bridgetúrinum umborð á Norrønu. Kappingar fara fram í hugnaligum umhvørvi ? og sjálvandi er hugnin í hásæti.
Per Kallsberg skipar fyri kappingunum umborð, og eru spurningar um túrin er bara at seta sag í samband við hann.
Allir áhugaðir bridgespælarir kunnu tekna seg til túrin, og tað er ikki at halda seg aftur, tí allar kappingar fara fram í góðum og hugnaligum kappingaranda.
Tekning fer fram beinliðis hjá Smyril Line.