Bridget Bardot vitjað Suðuroynna í dag

Í dag um klokkan 18 stevndi tríkiljan hjá umhvørvisfelagsskapinum Sea Shephed, inn á Lopransfjørð, lá har eina løtu, fyri síðani at venda og fara um Núpin og inn eftir Vágsfirði. Skipið kom á Vág, og miðskeiðis millum gamla Polarfrost og verkið hjá SEV á Oyrunum, vendi skipið og sigldi út eftir fjørðinum aftur.

Hvar Bridget Bardot setti kós er ikki lætt at vita, men verjuskip sást í havsbrúnni alla tíðina, meðan skipið vitjaði Lopra og Vág, so líkt er til, at myndugleikarnir fylgja við , hvar skipið ferðast. Bridget Bardot vitjaði fyrr í dag eisini á Tvøroyri.