Bridgestone og Michelin stóðu seg væl

FDM gjørdi herfyri eina test av fleiri ymiskum summardekkum í tveimum ávísum støddum. Bridgestone og Michelin stóðu seg sera væl hesi test

Í eini kanning sum FDM gjørdi av fleiri ymiskum summardekk vóru tað nøkur dekk sum fingu fimm stjørnur. Í støddini 165/70-14 vóru tað Bridgestone B330 EVO, Continental EcoContakt 3, og Michelin Energy E3A sum vunnu.

Í støddini 205/55-16 vóru tað Brigdestone Potenza RE 720, og Micheilin Pilot Exalto PE2 sum vunnu testina.

Kanningin var gjørd í samstarvi við ADAC í Týsklandi.

Her hjá okkum er tað Dekkcentrið í Havn, sum umboðar Bridgestone og Michelin dekkini.

Í sambandi við hesa testina skriva FDM eisini, at tey bestu dekkini altíð skulu vera aftan - sama um bilurin verður drivin av fram- ella bakhjólunum.