Liðið hjá Boga Simonsen (Arne Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen, Jákup Hjaltalin og Hans Jacob Petesen) vann sær 48 stig av 50 møguligum í FM í bridge fyri lið og er klárt á odda Støðan broyttist nakað. Liðið hjá Høgna Jacobsen datt av einum øðrum
plássi niður á fjórða pláss.
Í 2. deild er javnari, har er kappingin um,
hvørji fýra lið skulu spæla A-finaluna. Vinnarin í A-finaluni flytur
beinleiðis upp í 1. deild, meðan nummar tvey skal spæla um pláss í 1. deild.
Tey fýra bestu í 2 deild liggja rættuliga trygg. Tað ber til hjá liðunum
á 5. og 6. plássi at vinna seg fram, men tað krevur rættuliga nógv.