Bridgelandsliðið spælir í løtuni fyrstu dystirnar í kappingini millum smáar bridgetjóðir í Evropa. Á landsliðnum eru Símun Lassaberg, Árni M. Dam, Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen. Magni Jøkladal er liðskipari, og Per Olof Sundelin úr Svøríki er venjari.
Til ber at finna leinki til kappingina við at trýsta HER.
Kappingin er millum smáar bridgetjóðir, sum eru tjóðir í Evropa, ið hava fáment bridgesambond við fáum spælarum. Í alt eru 18 lond við i kappingini, sum verður spæld í Budapest frá hósdegnum 25. oktober til leygardagin 27. oktober. Føroyar hava áður verið við til EM og NM, men ikki til hesa kapping, sum ikki er eins sterk og hinar báðar.