Bridgelandsliðið skal til smátjóðakapping í Budapest

(FM1) 24. til 27. oktober skulu Føroyar kappast ímóti øðrum smátjóðum í Bridge. Hoyr Boga Simonsen greiða frá

Føroyska talvlandsliðið hevur í nøkur ár kappast í evropeiskari smátjóðakapping, og hevur staðið seg framúr væl við at vinna kappingina.

 

Nú fer føroyska bridgelandsliðið eisini at kappast í einari evropeiskari smátjóðakapping á fyrsta sinni. Kappingin verður í Budapest í Ungarn, dagarnar 24. til 27. oktober.

 

Í Bridge er tað ikki fólkatalið sum avger um talan er um eina smátjóð, men heldur talið av skrásettum bridgespælarum. Tí er Monako ein stórtjóð í bridge meðan Ukraina er ein smátjóð innan bridge.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr bridgelandsliðsspælaran, Boga Simonsen greiða frá evropeisku smátjóðakappingini, ið Føroyar á fyrsta sinni verða partur av.