Bridgelandsliðið sett

Føroya Bridge Samband hevur, eftir áheitan frá landsliðsvenjaranum, Svend Novrup, mannað landsliðið, ið skal umboða Føroyar í opnum rað til EM, sum verður í Malmø í summar. Teir seks leikararnir, ið skulu umboða Føroyar eru:

Jóannes Mouritsen ? Heðin Mouritsen
Bogi Simonsen ? Símin Lassaberg
Arne Mikkelsen ? Pól Egholm
Rói á Rógvu Joensen, liðskipari

Kvinnulandsliðið eru somuleiðis sett, og tær seks kvinnurnar, ið skulu umboða Føroyar, eru:

Arnleyg Mikkelsen ? Marjun Restorff
Laila Danielsen ? Maria Christiansen
Jóna Gruntveit ? Henriette Svenstrup
Marner Joensen er liðskipari

Bridgesambandið hevur eisini ætlanir um at senda eitt landslið av seniorum til Malmø. Teir, ið hava áhuga í at royna seg, skulu seta seg í samband við Mortan Rasmussen.

Sum ein liður í fyrireikingunum til Malmø, var bruttohópurin hjá liðnum í opna rað í Danmark herfyri, har nakrar venjingardystir vóru leiktir móti tveimum donskum liðum. Ikki gekk eins væl og væntandi var. Føroyingarnir taptu fimm dystir, vunnu tveir og leiktu ein javnan.