Bridgefelag aðalfund

.

Fríggjadagin tann 3. apríl hevði Nýggja Bridgefelag aðalfund.

Ein nevndarlimur stendur fyri vali hvørt ár og varð hesin afturvaldur fyri komandi 3 árini.

Nevndin hevur skipað seg við Hervør Isaksen sum formanni, Jórun Johannesen sum kassameistara og Oddmar Danielsen sum kappingarleiðara.

Eftir aðalfundin var samkoma, har vinnararnir fyri veturin fingu handað steyp. Vinnarar av parakappingini vóru Bogi Simonsen og Heðin Mouritsen, og fyri liðkappingina vóru Arnleyg og Carl Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen og Hans J. Petersen.

Næstbestir í parakappingini gjørdust veteranarnir Reimar Isaksen og Jákup Sverri Joensen. Teir hava vunnið parakappingina tvey tey seinastu árini.

Tó at vetrarkappingarnar nú eru lidnar, ætlar Nýggja Bridgefelag ikki heilt at gevast við bridgeinum í vár. Ætlanin er at hava tvær mini-lið kappingar har allir bridgespælarar eru vælkomnir at luttaka.

Tann fyrra kappingin verður 21. og 28. apríl, og tilmeldingarfreistin er mánadagin 20. apríl.

Tann seinna mini-lið kappingin verður 5. og 12. mai, og er tilmeldingarfreistin har sett til 4. mai.

Týskvøldini 19. og 26. mai endar so bridgeárið hjá Nýggja Bridgefelag við fríum spælikvødum, har ein kann koma at spæla uttan framman undan at boða frá.

Øll týskvøldini verður byrjað kl. 19.00.