Bridgedeild Kaggans 30 ár

Tann 17. juni fylti Bridgedeild Kaggans 30 ár. Felagið var stovnað á Dalavegi 1 í Havn í 1974

Frítíðarfelagið Kaggin varð stovnað 8. november 1969, og tá í tíðini var sjavs aðalkortspælið. Tað vóru tó tey, sum ynsktu at sleppa at royna okkurt meira spennandi. So tá Bambus og Poul Engberg byrjaðu at undirvísa í bridge í 1971 teknaðu 8 seg til. Fylgjandi árini fekk bridge góða undirtøku í Kagganum, og sum áhugin vaks, gjørdist greitt, at rætta loysnin var at stovna eina undirdeild. Helgi Joensen tók stig til stovnandi aðalfundin, og varð hesin hildin eitt summarkvøld í 1974. Bridgedeild Kaggans var frá byrjan við í toppinum í føroyskum bridge, men tað var ikki fyrr enn í 1978, at felagið vann sítt fyrsta FM-heiti. Síðani tá hevur felagið altíð verið við í toppinum.

Nú felagið fyllir 30 ár, sæst á limalistanum, at millum teir 44 limirnar eru fleiri, sum hava verið við síðan byrjan. M.a. stovnarin Helgi Joensen.

Í 1992 keyptu bridgefeløgini í Tórshavn gamla HB-húsið og bygdu tað um til eitt "korthús". Tey 3 feløgini hava síðani spælt undir góðum umstøðum í Gundadali. Limatalið farnu árini hevur verið um 40, men pláss er altíð fyri fleiri. Farnu árini hevur áhugin fyri sjavs verið stórur, og vónast má, at onkur sjavsspælari fær brell fyri nýggjum avbjóðingum innan kortspæl. Bridgedeild Kaggans fer aftur í vetur at spæla bridge í bridgehúsinum mikukvøld kl. 19. Øll eru vælkomin!