Fyrsta umfar í FM í bridge fyri lið verður í morgin klokkan 12 í Bridgehúsinum í Havn. Spælt verður í tveimum deildum við seks liðum í hvørjari deild.
Liðið hjá Boga Simonsen er føroyameistarar, og liðið í ár er tað sama, so her verða stórar vónir settar til liðið.
Tað upplýsir Føroya Bridgesamband í tíðindaskrivi í morgun, har Øssur Winthereig er formaður.
Á myndini síggja vit Jórun Johannesen og Boga Simonsen við bridgeborðið.










