Bridge: Liðið hjá Dánjal Paula Mohr eru føroyameistarar fyri lið

Seinastu trý umførini í FM-kappingini fyri lið vóru leikt í bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 27. mars 2021.

 

Seinastu 3 umførini í FM-kappingini fyri lið vóru leikt í bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 27. mars 2021, skrivar Bridgesambandið í tíðindaskrivi.

Undan seinastu trimum umførunum hevði liðið hjá Dánjal Paula Mohr vunnið sær eina lutfallsliga trygga leiðslu við 187,49 stigum, meðan liðini hjá Allan Dal-Christiansen og Boga Simonsen lógu á øðrum og triðja plássi við ávikavist 168,44 stigum og 166,75 stigum. Ovastu trý liðini møttust øll innanhýsis í hesum seinastu umførunum, so hóast onki var avgjørt lá liðið hjá Dánjal Paula Mohr best fyri at vinna FM-heitið.

Úrslitið gjørdist at liðið hjá Dánjal Paula Mohr helt áfram við støðuga avrikinum teir hava víst gjøgnum kapingina, og vann FM heitið sannførandi við at vinna báðar innanhýsis dystirnar móti kappingarneytunum á øðrum og triðja plássi. Á liðnum hjá Dánjal Paula Mohr eru Dánjal Pauli Mohr, Árni M. Dam, Per Kallsberg, Jóannes Mouritsen og Egil Sondum.

Liðið hjá Boga Simonsen vann innanhýsis dystin móti liðnum hjá Allan Dal-Christiansen, og sum hini úrslitini lagaðu seg hevði hetta við sær at liðið hjá Boga Simonsen tók seg framum og endaði á øðrum plássi.

Á liðnum hjá Boga Simonsen eru Bogi Simonsen, Arne Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen, Jákup Hjaltalin, Dia Jacobsen og Robert Langgard, meðan liðið hjá Allan Dal-Christiansen var mannað við Allan Dal-Christiansen, Pól Egholm, Símin Lassaberg, Magni Jøkladal, Rói á Rógvu Joensen, Heðin Mouritsen

Úrslitini fyri seinastu trý umførini vóru hesi: 

Umfar 12:

Oddmar Danielsen – Suðuroyar Bridgefelag

12,98 – 7,02

Danny Danielsen – Jassarnir

16,93 – 3,07

Dánjal Pauli Mohr - Salomon Johansen

14,58 – 5,42

Allan Dal-Christiansen  - Bogi Simonsen

 5,24 – 14,76

Umfar 13:

Allan Dal-Christiansen – Oddmar Danielsen

20,00 – 0,00

Bogi Simonsen - Dánjal Pauli Mohr

4,89 – 15,11

Salomon Johansen – Danny Danielsen

5,06 – 14,94

Jassarnir - Suðuroyar Bridgefelag

1,67 – 18,33

Umfar 14:

Oddmar Danielsen - Jassarnir

18,23 – 1,77

Suðuroyar Bridgefelag - Salomon Johansen

3,07 – 16,93

Danny Danielsen – Bogi Simonsen

6,59 – 13,41

Dánjal Pauli Mohr - Allan Dal-Christiansen

18,33 – 1,67

Endaliga støðan gjørdist hendan:

1.    Dánjal Pauli Mohr                                             235,51 stig

2.    Bogi Simonsen                                                  199,81 stig

3.    Allan Dal-Christiansen                                     195,35 stig

4.    Danny Danielsen                                              128,45 stig

5.    Oddmar Danielsen                                           122,49 stig

6.    Salomon Johansen                                          104,21 stig

7.    Suðuroyar Bridgefelag                                     84,17 stig

8.    Jassarnir                                                           50,01 stig