Bridge givin á landsliðnum

Wayne Bridge hevur nú sagt alment, at hann ikki vil vera partur av enska fótbóltslandsliðnum. Hetta tí ósemjan millum hann og John Terry, sum gjørdi unnustuna hjá Bridge við barn, er ov stór. – Eg havi hugsað leingi um mína støðu á enska landsliðnum. Fyri meg hevur tað altíð verið ein heiður at spælt á landsliðnum, men støðan í dag er ikki haldbar, og hon kann skapa ov nógv split í hópinum. Tí er tað besta fyri liðið, at eg ikki eri í hópinum, sigur Bridge.