Bridge í framgongd

Bridge-undirvísingin mánakvøld hevur í ár upplivað metstóran áhuga

bridge

Tað eru nógv ár síðani at so nógv fólk hava gingið til bridge frálæru í bridgehúsinum í havn. Hvørt mánakvøld klokkan sjey møta áleið fimm borð til frálæru, har dentur verður lagdur á at spæla. Eg var eitt mánakvøld ein túr í bridgehúsinum og hugdi eftir teimum nógvu komandi stjørnunum. Vit uglur mannaðu skjótt eitt borð og byrjaðu at spæla sjálvir. Vit høvdu spælt eini 10 spøl, tá ið eg tók hesa hondina upp (er blanda við hond við borið).

SparEKDB10976
Hjart
RútE10987
Kleyv

Hvat skuldi eg opnað við? eg valdi at opnað við 1sp. Makkarin meldar 2kl, nú leyp eg í 3 rú, ið vísir eina sera sterka hond eini 18-19 hp. Makkarin meldar nú 4kl, hvat skal eg nú melda, 4rú er kanska besta boð, 6 sp er eisini ein møguleiki.

Makkarin hevði

Spar
HjartKB93
RútD
KleyvEDB108764

Eg meldaði sum eitt býtt 7sp, ið fekk 11 stikk. Eg fór løtu seinri spentur yvir til tað borðið av næmingum, sum fekk spælið frá okkum, fyri at hyggja eftir hvussu teir høvdu klára spælið. Jú, 4sp við 12 stingum !!

Stutt eftir tók eg sum sunnan hesa hondina upp:

SparKB976
Hjart3
Rút3
KleyvE109873

Eg opnaði við pas, ið nokk er eitt mistak, betur hevði verið at opnað 1kl og síðani melda spar til sólin gerst svørt. Vestan opnaði 1nt (15-17), makkarin meldar pas og eystan meldar 2rú (transfer til hj). Nú royndi eg at koma inn í spælið við at melda 3hj (hava tit nakra avtalu um eitt slíkt meld). Makkarin meldar nú 3sp, ið allir søgdu pas til.

Makkarin hevði

SparE10543
HjartEK5
Rút1082
KleyvD2

Vit spældu 3sp við 12 stingum, eftir eitt hjartara útspæl. Eg fór aftur yvir til borðið av næmingum fyri at frætta og jú, 4sp við 12 stingum!! Kanska skuldi ein hugsað um at farið aftur á skúlabonk.

Mær hevði dáma væl at fingið eitt kjak um hesi spøl, á www.bridge.fo