Bridge FM lið: Spældu á netinum og í Bridgehúsinum

Liðið hjá Dánjal Paula Mohr liggur á odda í FM liðkappingini, nú seks av tilsamans 14 umførum eru farin. Á liðnum hjá Dánjal Paula spæla eisini Árni M. Dam, Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg, Egil Sondum og Arne Mikkelsen.

 

Vegna smittuvanda valdi kappingarnevndin í FBS at spæla dystirnar á Realbridge úti á internetinum. Nøkur lið valdu heldur at tapa dystin 7-13, enn at spæla á netinum. Nakrir av dystunum vóru tó spældir í Bridgehúsinum.

 

Úrslit leygardagin 20. november:

 

##med2##