Leygardagin 3. februar var FM kappingin fyri kvinnupør í Bridgehúsinum í Havn. 9 kvinnupør hildu seg til hendan dagin, og fingu eina góða, spennandi og hugnaliga kapping saman, har Heðin Mouritsen, Oddmar Danielsen og undirritaði stóðu fyri tí praktiska, m.a. at skipa fyri barometri og einari meldikapping við yvirsitaraborðið.
Tey bæði fremstu pørini løgdu seg tíðliga á odda. Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen høvdu leiðsluna meginpartin av kappingini, men á sjálvari málstrikuni eydnaðist Henriettu Svenstrup og Jónu Grunnveit at taka seg fram um og ogna sær FM meistaraheitið fyri kvinnur 1999-2000. Tær báðar hava ikki spælt so nógv saman áður, og má tað tí metast at vera eitt einastandandi gott úrslit.
Tillukku, tit báðar!
1 Henriette Svenstrup - Jóna Grunnveit, 134
2 Marjun Restorff - Arnleyg Mikkelsen, 121
3 Ásvør Djurhuus - Fríðhild Petersen, 117
4 Ásla Weihe - Hallgerð Hansen, 103
5 Jórun Højsted - Marita Krosstein, 98
6 Gunna Midjord - Maria Christiansen, 79
7 Súsanna Dam - Súsanna Martinsdóttir, 73
8 Jórun Johannesen - Randi Jacobsen, 71
9 Hervør Isaksen - Bibi Haraldsen, 68
Vit skulu síggja eitt av teimum nógvu góðu spølunum hendan dagin hjá teimum nýggju føroyameistarunum.
No 3
S/EV
Q984
K7
KQ762
84
K1076 A3
QJ1065 A843
A4 83
KJ
AQ1075
J52
92
J1095
9632
V N E S
Jóna Súsanna Henriette Súsanna
Grunnveit Dam Svenstrup Martinsdóttir
pass
1hj pass 2ut* pass
3kl** pass 4ut*** pass
5rú**** pass 6hj pass
pass pass
* Steens 2ut. Lovar trumfstuðul og styrki.
** Sterka hond, onga singleton.
*** Blackwood/Morrow. Spyr eftir essum.
**** Eitt ess av 5.
Tá Jóna við 14 hp meldar 3kl og lovaði eyka styrki, fór Henriette beina kós móti slemm
Tær báðar vóru tær einastu, ið meldaðu slemm við hesum kortunum, og tað gjørdi tí minni, at tær bara fingu 12 stikk, tá allar hinar fingu 13 stikk í 4hj.
Opin parakapping í Bridgehúsinum
FBS skipar fyri einari almennari parakapping leygardagin 19. februar í Bridgehúsinum í Havn. Byrjað verður klokkan 13.00, og tey, sum ætla at vera við, skulu bara møta á staðnum nakrar minuttir áðrenn kappingin byrjar. Tað verða nógvir og góðir vinningar at fáa í kappingini. Spæligjaldið, 50 kr. fyri hvønn, fer beinleiðis at stuðla landsliðnum, sum skal til Íslands í summar at kappast um Norðurlandameistaraheitið.