Bridge-finalurnar á skránni

Steypakappingin í Bridge skal avgerast leygardagin, og longu nú stendur greitt, at oddaliðið í fyrstu deild ikki fær hond á steypið

Bridge

Leygardagin 10. februar verða hølini hjá Dimmalættingu á Smyrilsvegi í Havn karmurin um hálvfinalur og finalu í steypakappingini í bridge 2007. Per Kallsberg og hansara menn: Dánjal Pauli Mohr, Jóannes Mouritsen og Heðin Mouritsen vunnu á liðnum hjá Boga Simonsen í undankappingini, so oddaliðið í fyrstu deild er ikki millum tey fýra, ið kappast um ferðasteypið frá Trygd.
Liðini hjá Áranti Berjastein og Allani Dal-Christiansen eru bæði mannað við sterkum spælarum úr fyrstu deild, og bæði kunnu enda sum vinnarar av kappingini. Árant spælir saman við Símini Lassaberg, meðan Marner Joensen og Arnbjørn Sivertsen manna hitt parið á liðnum. Allan Dal-Christiansen og Robert Langgaard eru á liði saman við Róa á Rógvu Joensen og Jógvani Juel Rasmussen. Danny Danielsen stendur á odda fyri fjórða liðnum í hálvfinaluni. Hann og makkarin Jens Pauli G. Nolsøe spæla í aðru deild meðan hitt parið á liðnum: Hanus Bærentsen og Eyðbjartur Danielsen ikki eru við í deildakappingi. Tey 32 spølini í hálvfinaluni verða í mótbrekku fyri teir fýra, uttan mun til, hvørt av hinum liðunum teir skulu spæla í móti.
Byrjað verður klokkan 10 og hálvfinalurnar eru liðugt spældar klokkan 14. Sjálv finalan er 40 spøl og byrjar ein tíma seinni. Vinnandi liðið fær eisini 8.000 krónur sum fíggjarligt ískoyti til luttøku í Vingsted Bridge Festival í Danmark komandi summar.