Leygardagin 02. mai verður finalan fyri pør í bridge spæld í Bridgehúsinum í Gundadali. Kappingin verður sum vant skipað sum barometurkapping og áhugað kunnu koma at hyggja at.
Kappingin byrjar kl. 9.30 og hildið verður fram til kl. 22.30. Døgurðasteðgur verður kl. 12.00-13.00 og nátturði verður kl. 18.15-19.00. Spæld verða 4 spøl hvørt umfar og tíðin til hvørt umfarið er 28 minuttir.
24 pør eru við í finaluni.










