Tíðindaskriv:
Leygardagin 22. februar 2025 varð farið undir endaspælið í føroyameitarakappingini fyri lið. Í A-bólkinum dystast 4 tey fremstu liðini frá grundspælinum um føroyameistaraheitið, meðan 6 lið dystast um bólkavinnaraheitið í B-bólkinum.
Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum 2 ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast 2 ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.
Í A-bólkinum eydnaðist liðnum hjá Byggitilfar at vinna báðar dystirnar hetta í hesum umfarinum, meðan liðið hjá Jassunum eisini fekk eina góða byrjan í B-bólkinum og tók oddasessin.
Úrslitini frá dystunum í A-bólkinum, sum leiktir vórðu hetta vikuskiftið, vóru hesi:
A-bólkur umfar 1:
Símun Lassaberg - Jóannes Mouritsen 6,22 – 13,78
Byggitilfar – Rútar 7 19,50 – 0,50
A-bólkur umfar 2:
Jóannes Mouritsen – Rútar 7 10,86 – 9,14
Símun Lassaberg - Byggitilfar 2,59 – 17,41
Støðan eftir at 2 av teimum 6 umførunum í A-bólkinum eru leikt er hendan:
1. Byggitilfar 47,36 stig
2. Jóannes Mouritsen 33,91 stig
3. Rútar 7 14,83 stig
4. Símun Lassaberg 13,90 stig
##med2##
Úrslitini frá dystunum í B-bólkinum, sum leiktir vórðu hetta vikuskiftið, vóru hesi:
B-bólkur umfar 1:
Ace Beo – Suðuroyar Bridgefelag 14,18 – 5,82
Henriette Svenstrup – Jet Jam 2,83 – 17,17
Jassarnir – Hallur Ellingsgaard 14,80 – 5,20
B-bólkur umfar 2:
Suðuroyar Bridgefelag – Hallur Ellingsgaard 5,40 – 14,60
JetJam – Jassarnir 4,26 – 15,74
Ace Beo – Henriette Svenstrup 13,97 – 6,03
B-bólkur umfar 3:
Henriette Svenstrup – Suðuroyar Bridgefelag 13,97 – 6,03
Jassarnir – Ace Beo 9,09 – 10,91
Hallur Ellingsgaard – Jet Jam 5,40 – 14,60
Støðan eftir at 3 av teimum 10 umførunum í B-bólkinum eru leikt er hendan:
1. Jassarnir 54,57 stig
2. Ace Beo 49,11 stig
3. Jet Jam 46,84 stig
4. Hallur Ellingsgaard 38,71 stig
5. Henriette Svenstrup 34,65 stig
6. Suðuroyar Bridgefelag 31,90 stig
Komandi umførini í endaspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 29. mars 2025. Tá verða leikt 2 umfør í A-bólkinum og 3 umfør í B-bólkinum. Byrjað verður sum vanligt kl. 12.00.
Dystarskráin og úrslit eru at finna á heimasíðuni www.bridge.fo