Bridge er eisini spælið hjá ungdóminum

Tað er ein av boðskapinum hjá danska bridge-rithøvundinum, - spælaranum og ? samskiparanum, Svend Novrup, sum í hesum døgum heldur skeið í Føroyum, har bridge er í einum aldudali, meðan spælið annars vinnur seg fram um allan heimin

 

Bridge


- Tað er merkisvert, at bridge-spælið er í kreppu í Føroyum, meðan tað gerst alsamt meira vælumtókt kring restina av heiminum, har tað ikki longur eru valdsstýri, sum arbeiða ímóti spælinum. Tvørtur ímóti er bridge nú limur av olympisku familjuni, og verður hetta á skránni á vetrar-OL í Salt Lake City komandi ár. Bridge er vorðið partur av ítróttar- og mentamálastýrunum í fleiri londum, og granskarar á Berkeley University í Canda eru ovfarnir av kanningum, sum hava víst, at bridge eisini leingir um livialdurin á fólki. Hesi eru eisini frískari og eru sterkari mentalt, tí likamið framleiðir eyka nógv av serotonin, sum stimbrar minninum, meðan bridge verður spælt.

Danski Svend Novrup - rithøvundar við 78 bókaútgávum, herav nógvar um bridge ? hevur altíð havt serligan als til bridge og talv í Føroyum, og fleiri ferðir hevur hann vitjað í samband við skeið og fyriskipan annars.


Er fyri øll

Hesa vikuna vitjar hann Bridgesambandið, og á ferðina fer hann so at siga runt kumpassina. Hóskvøldið helt hann skeið fyri fyriskiparum, fríggja- og leygardagin er skeið fyri øllum bridgespælarum, sunnudagin er opin kapping fyri pør, og endiliga verða tað føroyskir landsliðsleikarar, sum fáa gleði av honum mána- og týsdagin. Eitt, sum hevur hevur gjørt Svend sera bilsnan, er afturgongdin í talinum av ungum føroyskum bridgespælarum.

- Orsøkin tykist vera, at tey ungu ikki hava uppdagað, at bridge er perfekt til tey ungu. Tað er ein stór avbjóðing til bæði hugflog og skjóthugsni, og hetta á einum støði, sum er nógv meira veruleikakent enn telduspøl. Er hugurin kortini til telduna, so kanst tú eisini spæla bridge við fólk úr øllum heiminum á alnetinum. Kappingar byrja hvønn tíma hjá mongu útbjóðarunum, sum hava uppdagað heimsumfatandi kvalitetin í bridgespælinum.

- Øll ung ? og eldri við - sum hava ein vin ella vinkonu, sum teimum dámar at íðka okkurt saman við, skulu vita, at bridge er ideelt í so máta. Tú kanst ikki spæla hond- ella fótbólt saman við hinum kyninum, men í bridge eru tey á jøvnum føti. Eisini hóast nógv mannfólk at byrja við halda seg vera betri. Samveran í bridge hølunum er eisini sera fjøltáttað. Vinarbond verða knýtt fyri lívið, og tað er ein ítrótt, sum kann íðkast, til tann dagin, tá seinasti andin verður drigin. Tað er ikki nakað, sum er galdandi í nógvum øðrum ítróttagreinum. Ikki minst hjá teimum eldru, sum kanska gerast einkjufólk, hevur bridge víst seg at geva nýtt lívsvirði. Spælir tú brdige, hevur tú altíð vinir og samveru, og tú ert ongan tíð heilt einsamallur. Síðst men eisini fyrst skalt tú so eisini minnast til, at bridge er ótrúliga stuttligt at spæla. Mann skal tó ikki gerast somikið fanatiskur sum Mrs. Bennet úr Kansas City, sum í 1931 skeyt mannin hjá sær, tí hesin spældi eina upplagda kontrakt niður í einum spæli! Hon varð annars seinni fríkend, orsakað av sinnisjúku í løtuni, men seinni fann hon sær ein nýggjan makkara, so lítil nytta mundi kortini vera í, sigur Svend flennandi.


Hóskar til Føroyingar

HM hevur júst verið fyri fyri unglingar, og her fekk Danmark bronsu. Tað sama var galdandi í 1995 og 1999, meðan talan gjørdist um gull í 1997.

Hetta heldur Svend vera prógv um, at spælið hóskar til mentanina hjá norðurlendskum unglingum, um tey bert finna út av tí.

- Eg minnist framvegis ein mentamálaráðharra, sum segði við ein ungan mann. »Tú spælir ikki brigde. Spell! Tú veist ikki, hvussu keðilig eldraár tíni verða, og hvussu nógv tú hevur mist longu áðrenn tað«.

- Sjálvur havi eg annars altíð hildið, at bridge hóskaði væl til føroyingar. Teir hava veruligt flair fyri kortspæli, og teimum dámar tær avbjóðingar, sum eru í tí, at tú ikki kennir kortbýti, fyrr enn seinasta stikkið er tikið. Harafturat er krøvini nógv minni, enn til aðrar greinar. Tú skalt jú hava einar 15-16 persónar, fyri at seta eitt fótbóltslið saman, meðan bridge bert tørvar tveir persónar til eitt par, og fýra til eitt lið, sum kann luttaka í kappingum bæði heima og úti.


Rík minni

Spurdur, um hann hevur nakað mál, sum hann ætlar sær at røkka, nú hann er í Føroyum, sigur Svend, at tað hevur hann ikki í so máta.

- Eg vóni tó, at hetta kann gerast ein íblástur til at fáa fatur á fleiri nýggjum lium. Harafturat vóni eg, at eg kann prógva fyri meira royndu leikarunum, at bridge ikki verður torførari, men harafturímóti lættari, um mann adopterar nakrar av teimum nýmótans meldháttunum og mótspælsfrámerkini. At enda vóni eg sjálvandi eisini at styrkja um oddin í føroysum bridge, soleiðis at framyvir ikki bert er Danmark, sum av og á fær bank frá føroyska landsliðnum, sigur bridge-lærarin.

Og tað er eingin ivi um, at tað er ein royndur harri, sum nú aftur fer at læra frá sær her í Føroyum, og sjálvur er Svend ikki í iva um, at hann hevur fingið nógv frá bridge-spælinum, og at hann vónar, at kunna geva nakað av hesum víðari til føroyskar spælarar.

- Sjálvur havi eg spælt bridge, síðani eg var 18 ár, og bridge hevur tikið meg við sær kring knøttin. Ikki bert sum blaðmann, har eg í fleiri enn 30 ár havi skrivað um bridge og talv fyri politikken, men eisini sum spælari. Tað eru ikki nógv lond í heiminum, har eg ikki havi funnið vinir, sum altíð vilja bjóða mær vælkomnan.

- Seinastu 10 árini havi eg verið formaður í bridgefelagnum í Kerteminde, har eg búgvi, og har eru vit 70 limir í einum býi við 5.000 íbúgvum. Vit spæla fleiri ferðir um vikuna, hava kappingar uttan íhald, og eg kann eisini nevna, at í okkara summar Grand-Prix kapping vóru 150 luttakarar í ár. Hesir vóru úr øllum Danmark, umframt at nakrir útlendskir gestir eisini vitjaðu. Hetta hevur verið ein sera góð reklama fyri býin, og í felagnum hava vit við tíðini fingið kontaktir kring alt Europa umframt nakrar í Norðurafrika. Mín fatan er, at fleiri brotasjógvar av bæði átrúnarligum og politiskum slag kundu slættast, um fólk ístaðin lærdu hvønn annan at kenna gjøgnum spøl sum eitt nú bridge, tí har hevur tú ongar fordómar fyri hvørjum øðrum áðrenn tú byrjar.

- Tí er tað hjá mær eitt stórt ynski, at bridge fær eina endurreisn í Føroyum, og at tey ungu av álvara fara at geva spælinum ans. Hendir tað, vendst ikki aftur, tí eg kenni ongan, sum hevur fingið kunnleika til atdráttarmegina og sálina í bridge, og sum síðani hevur slept hesum áhuga, sigur Svend Novrup, áðrenn hann endar við at siga:

- Eg vóni ikki, at hetta er seinasta ferðin hjá mær í Føroyum. Eg vóni at eg innan leingi kann koma aftur og vera við til at halda fast um tað menning, sum helst skuldi verið fyri framman.