Bridge: Óbroytt í oddinum í FM kappingini fyri lið

Leygardagin 20. februar 2021 vóru 10. og 11. umfar av FM kappingini fyri lið leikt á Seglloftinum á Tvøroyri. Liðið hjá Dánjal Paula Mohr hevur avrika væl og støðugt í ár, og hevur síðani fjórða umfar ligið á fyrsta plássinum, meðan liðini hjá Allan Dal-Christiansen og Boga Simonsen hava ligið á ávikavist øðrum og triðja plássi.

Umførini hetta vikuskiftið høvdu ikki stórvegis broytingar við sær í oddinum, tó at liðini hjá Allan Dal-Christiansen og Boga Simonsen nú eru at kalla jøvn á øðrum og triðja plássi. Eisini tók liðið hjá Danny Danielsen seg framum liðið hjá Salomon Johansen, og liggur nú á fimta plássi.

Úrslitini hetta vikuskiftið vóru hesi:

Umfar 10:

Oddmar Danielsen – Danny Danielsen 8,92 – 11,08

Dánjal Pauli Mohr – Suðuroyar Bridgefelag 16,80 – 3,20

Allan Dal-Christiansen – Jassarnir 14,94 – 5,06

Bogi Simonsen – Salomon Johansen 19,41 – 0,59 

Umfar 11:

Bogi Simonsen – Oddmar Danielsen 15,28 – 4,72

Salomon Johansen – Allan Dal-Christiansen 2,94 – 17,06

Jassarnir – Dánjal Pauli Mohr 1,99 – 18,01

Suðuroyar Bridgefelag – Danny Danielsen 3,48 – 16,52

Støðan eftir fyrstu 11 umførini er hendan:

1.                   Dánjal Pauli Mohr                                    187,49 stig

2.                   Allan Dal-Christiansen                             168,44 stig

3.                   Bogi Simonsen                                        166,75 stig

4.                   Oddmar Danielsen                                   91,28 stig

5.                   Danny Danielsen                                      89,99 stig

6.                   Salomon Johansen                                  76,80 stig

7.                   Suðuroyar Bridgefelag                             55,75 stig

8.                   Jassarnir                                                  43,50 stig

Kappingin er í ár skipað soleiðis at øll liðini spæla 2 dystir á 20 spøl móti hvørjum øðrum. Sostatt skulu leikast í alt 14 umfør og tann sum tá er fremstur verður føroyameistari.

Seinastu 3 umførini í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 27. mars 2021. Tá verða innanhýsis uppgerðir millum tey fremstu liðini.  

Steypakappingin:

Nú er komið til hálvfinalurnar í steypakappingini. Á Tvøroyri varð trekt lut um hvørji lið skulu møtast í hálvfinalunum. Lutakastið háttaði seg soleiðis at hesi lið møtast í hálvfinalurnum:

Mortan Sólheim - Vinnari av Henriette Svenstrup / Egil Sondum

Robert Langgaard - Bogi Simonsen

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini verða leiktar 13. mars 2021.